Vit klára ikki at sita á kummuni uttan undirhald..

Hvussu ofta eru vit uttan tøkni? Vit snakka ofta um at børn ikki duga at keða seg longur, men vit vaksnu eru næstan verri. Vit kunnu ikki ein gong sita á kummuni uttan undirhald.

Náhh, men seinasta fríggjadag vildi sjeikurin prøva at testa meg. Eg slapp onga telefon at hava í eitt heilt samdøgur. Mín fyrsti tanki var, at tað var ongin tjansur. Tá eg so fekk at vita hvør viðurslønin var, broytti eg meining. So eg tók av.

phone

Tað var FANTASTISKT! Eg var til staðar, eg sansaði umhvørvið, fekk nýggj hugskot, hoyrdi ljóð, og sá ymiskt eg ikki hevði lagt til merkis áður. Eg kendi faktiskt ein frið í míni sál, sum eg ikki hevði kent leingi. Hatta við at man altíð skal vera tøkur..

Tað var sjálvandi ymiskt eg ikki hevði atgong til, men altso, eg sá so nógv, sum eg nú veit at eg slett ikki síggi til dagligt.

Telefonin stjelur tað besta av degnum. Tey smáu tingini og løturnar man ikki heldur eru veruligar, tí faktiskt hyggi eg meira eftir einum skermi enn eg hyggi út ígjøgnum vindeygað, niður á vegin og upp í luftina. Og so er tað so galið, at ofta er skermurin framman fyri eygað, eisini tá eg síggi okkurt vakurt, tí um eg ikki fái eina mynd av tí, so er tað næstan sum eg ikki havi sæð tað. Trist!

Og ringast av øllum er, at eg sjálv eri greið yvir støðuna, men haldi fram á sama hátt.

Menniskju í dag eru bara so forvitin! Vit vilja vita alt! Ikki bara um tey fólkini vit kenna.. Neinei, við hvørt tá eg hyggi á instagram, so áðrenn eg veit av so eri eg enda inni á profilinum hjá frisørini hjá systkinabarninum hjá sjeikinum hjá mammuni hjá vinkonuni hjá mær. Nemliga.. Tað er langt úti hvat vit hava atgongd til í dag. Og tað kann saktans fara ein hálvur tími her og ein hálvur tími har við sovornum fjasi. Fjas sum eg ikk kann brúka til nakað sum helst.

Tað er torført at broyta vanar.. Kanska eg kundi byrja við, at lagt telefonina frá mær nakrar tímar hvønn dag ella kanska ein dag um vikuna?

Hvat heldur tú? Og hvørja ávirkan hevur hetta á teg?

M&K

Skriv et svar