Vónarmyndir við OLAFSDÓTTIR PHOTOGRAPHY

Áðrenn eg fór niður aftur, var eg og vitjaði Harriet Olafsdóttir í Æðuvík. Harriet hevur í nógv ár rikið bloggin byolafsdottir, har hon deilir sínar gerandisgleðir. Eisini kenna vit hana, sum myndadamuna handan fittu blindu ærina Bambi, sum óiva prýðir nógv heim í Føroyum. Síðsta árið hevur Harriet verið egin stjóri og er nú sjálvstøðug vinnurekandi. Hon hevur nógvar bóltar í luftini, men ger nú mest av at taka myndir.

Hon hevur heimasíðuna olafsdottirphotography.com, har tú hevur møguleika at síggja myndir, ið hon hevur tikið. Til komandi mammur bjóðar Harriet ein “Baby pakka” aljóðandi 1.500 kr, har mamman kemur inn at taka vónarmyndir, og síðani kemur aftur saman við barninum, tá hon hevur átt. HER er eitt dømi uppá tað. Sooo fitt! Um tú bara ynskir vónarmyndir, so kostar tað 1000kr, og tá fært tú nógvar myndir sendandi, sum tú sjálv kanst prenta út.

Eg var eitt sindur nervøs, at fara at taka vónarmyndir. Men tað var soo hugnaligt og avslappandi. Eg haldi heldur ikki at eg eri líka kritisk um mín kropp, nú eg eri við barn. Man hevur ikki ordiliga tamarhald á hvussu hann sær út, og tað er onkursvegna eitt sindur frígering. Nakrar kvinnur kenna seg sum ein lastbil tá tær eru við barn, og aðrar kenna seg betur enn áðrenn. Eg felli í tann seinna bólkin. Eg haldi tað verða fantastiskt at hava búk og eg kenni meg ordiliga væl til passar í mínum kroppi, nú eg eri við barn. Ja, faktiskt betur enn áðrenn. Onkursvegna er tað tí at kroppurin nú er eitt virksemi, til frama fyri nakað so nógv meira, enn bara at síggja gott út. Hetta kennist gott, men jújú tann fysiski parturin viðvíkjandi pínu og hjáárin kann til tíðir verða tyngjandi. Men gleðin um tað ein fær aftur fyri, vigar væl upp ímóti.

 

Fyri at eg skal kenna meg væl, (óansæð um eg eri við barn ella ikki), so krevur tað at eg lati meg í eftir hvussu mín kroppur sær út. Eg eri bara 160 cm long og havi eitt sindur uppi á her og der, og tað er fínt. Men hetta krevur, at eg fari í okkurt, ið dregur fram tað góða við mínum kropsformi. Tað nyttar ikki at eg fari í stór og víð klæðir, tí so drukni eg og síggi út sum eg eri farin í eitt telt.
Hann náði tú meg, eg prøvaði eitt hav av settum til hesa myndatøkuna. Men ofta er tað tað einkla og tættsitandi, sum riggar best. Hetta var eisini tað, sum vísti búkin best, og tað var mest umráðandi.

Hesin grái kjólin undirstrikar taljuna, og gevur búkinum ein vakran form. Man skuldi trúð, at hann var ein vónarkjóli, men tað er hann faktiskt ikki. Hetta er ein gamal kjóli eg keypti á útsølu, fyri nøkrum árum síðani H&M.

BOOB ALARM!!! Haha… eg eri so at siga aaaldrin í nøkrum niðurringaðum, tí tað kenni eg meg snøkt sagt ikki í. Men ajú, tey siga man skal framhevja tað man hevur ha? So her sluppu bubbilisurnar alvorliga uppí part. Faktiskt haldi eg tað verða eitt sindur flovisligt, men gott er. Eg haldi tað verða vakurt hjá øðrum, men dugi ikki ordiliga við tær hjá mær sjálvari. Men hetta er nú ein vakur partur av kvinnukroppinum, og sera týðandi nú eg skal gerast mamma.

Harriet hevði gjørt hendan vakra blómukransin, sum bæði kundi brúkast um miðjuna og á høvdinum. Blómur gera bara alt nógv vakrari ha? Tað gevur onkursvegna myndunum lív og rørslu. Hetta minti meg eisini um blómukransin eg hevði um miðjuna, tá vit blivu gift, so tað var eitt sindur stuttligt.

Ein nakin búkur.. Eg skrædni, haha.. tí mín nalvi er blivin so lítil!! Hann er mestsum vilstur á hesum stóra búkinum. Men fitt er.

 

Eg eri soo glað fyri myndirnar, og yvirraskað yvir hvussu stuttligt tað var. Hetta er eitt fitt minni at eiga, um hesa tíðina sum fyrstu ferð við barn.

Longu nú havi eg ringa samvitsku yvir hvussu nógv eg geri burturúr fyrsta barninum.. Haha.. ja, altso í so máta, viðvíkjandi at gera klárt, spenningi og so at eg fór til fotograf at taka myndir av búkinum. Er tað líka spennandi tá man eg við barn aðru og triðju ferð? Ella verður alt bara gjørt til eitt kempi sirkus fyrstu ferð?

M&K

Skriv et svar