“Will you accept this rose?” Týsdagur er The Bachelorette dagur

Týsdagur er The Bachelorette dagur!jojo-fletcher-89aae979-d38a-42f1-a47c-a237e427e8e6

Juhuu! Ein nýggj sesong av The Bachelorette byrjar í næstu viku og eg eri MEGA fan! Tú hugsar.. “hvat í allari víðu verð?? Er tað ikki har 25 menn royna eftir einari kvinnu!!?? Og so endar hon við at velja ein, aftaná hon hevur verið saman við øllum hinum??” Júúú tað er akkurát tað tað er. Heilt ótrúliga undirhaldandi!

So eg spyrji teg “Will you accept this rose?”. Serian er kend fyri júst henda setningin. Tí tað er viðkomandi sum er The Bachelorette, sum hevur alt valdið. Hon kann velja og vraka sum hon vil. MEN.. luttakarnir kunnu sjálvandi velja, at siga nei takk.

Eg havi sæð allar sesongirnar, og eg blívi líka fanga hvørja fer! Og veist tú hvat? Tað eru faktiskt fleiri av teimum sum eru gift og hava børn í dag. Stuttligt! Í Amerika fær hetta showið sera nógv uppmerksemi, og millum annað sendur Good Morning America javnan updates. Tú hevur kanska funnið útav, at eg royni at selja hesa seriuna til tín, haha.. Men eg lovi tað, hetta er so stuttligt at fylgja við í.

Sum sagt er tað The Bachelorette hesafer. Seinast var tad The Bachelor, og tá er tað oftari eitt sindur stuttligari at fylgja við, tí 1. tær eru allar soo penar og hava tey lekkrastu klæðini. Og hvørja viku er ein
“Rose Ceremony” og tá eru tær altíð snollaðar í flottum kjólum. 2. tað er super undirhaldandi at síggja hvussu góðtrúnar tær eru, og at tær síggja seg sum konu hansara aftaná fyrsta kvøld. 3. alt drama sum fylgir við tá 20 kvinnur búgva undir einum taki.

The Bachelorette hesa fer er JoJo Fletcher og hon var ein av mínum yndis seinastu sesong. (Ja tað er ofta tann sum bleiv “runner up” á síðstu sesong, sum blívur tann næsta bachelorette). So hon bleiv nr.2 síðstu sesong og bleiv dumpað í altjóða sjónvarpi, ímeðan hon helt at Ben (the bachelor í seinastu sesong) fór at fara á knæ og spyrja hana um hon vildi gifta seg við sær. Hann valdi so heldur at spyrja eina aðra, so tey eru so enn saman í dag.

Náhh men hetta verður so eitt av mínum highlights hvørja viku, so eg gleði meg sooo meeega nógv! Fyrsti partur verður sendur mánakvøldið (men tað er náttina til týsdag okkara tíð, so eg plagi at hyggja eftir tí týsdag). So hvønn týsdag fari eg at leggja út eina viðmerking, um hvat eg helt um seinasta partin. Tað hevði verið stuttligt um tit eisini fylgdu við! Eg haldi tú skalt gera tað! Eg meini tað! Just Do It! 😀

M&K

Skriv et svar