Yndis nátturða rættur úr restum

Tað er Á handilin sum hevur byrjað nýggja átakið “Minka um matoyðsl”. Nú havi eg gjørt uppskriftir, til Á blaðið í eina tíð, men í samband við átakið, verða einans uppskriftir við restum, at síggja í Á blaðnum komandi tíðina. Tann fyrsta kom út í síðstu viku og tað er tann altíð vælsmakkandi lasanjan. Lasanjan er ein av mínum yndis nátturða rættum. Vit eru hervilig, at koyra alt ov nógv av mati burtur, so tá eg geri lasanjuna, koyra eg nógv ymiskt í, sum annars hevði verið koyrt burtur. Hesa gera vit í hvussu er einaferð um mánaðan, og helst so nógv at tað eisini leypur eitt sindur av, at hava við í matpakkan.

Tit finna hesa og aðrar uppskriftir úr Á blaðnum HER

 

Hvørjar vørur koyra tit mest burtur?

Hjá okkum er tað mest grønmeti, og mjólkavørur, ið fara í ruskspannina. Frugt fer eisini ofta burtur, um eg ikki geri eina smoothie skál ella okkurt líknandi. Tað kann verða torført at fáa etið alt, um ein ikki ger eina vikuliga matætlan, soleiðis at man kann brúka tað man keypur, til ymsar rættir. Tað krevur eisini eitt ávíst hugflog og orku, at seta seg niður at finna uppá, hvat restirnar kunnu brúkast til. Kanska eisini bara tað, at halda eygað við, nær seinasti nýtsludagurin á vøruni er, er nóg mikið at skula halda skil á.

Dagarnir eru so proppaðir við tingum við skulu gera, at onkuntíð, skal nátturðin bara gerast, uttan so nógv hóvasták. Men tað kann eisini verða stuttligt. Bæði at finna útav hvussu nógv ymiskt vørurnar kunnu brúkast til, men eisini at síggja hvussu rúmligt køliskápið blívur. Hetta er so eisini við til at spara pening.

Hava tit sæð faldarin, sum Á handilin hevur gjørt? Har eru nemliga nógv góð ráð, til hvussu vørurnar skulu goymast og tískil halda sær yvir longur tíðarskeið. Við frugt og grønmeti er tað sera ymiskt, okkurt heldur sær longur í køliskápi og okkurt í stovuhita. Alt hetta kanst tú lesa um á faldarinum frá Á handilinum.

M&K

Skriv et svar