Ynskilistin hesa vikuna

Summarið nærkast í Danmark!

safari

Trýst á leinkjuna, fyri at síggja hvar klæðini kunnu keypast.

http://www.polyvore.com/safari/set?id=195545376

Eg havi givið hesum ynskilistanum navnið “Safari”. Eg haldi at hesin stílurin er eitt sindur jungle’sligur, men eisini femininur.

Ein av farvunum sum verður nógv at síggja í summar, verður GULT! Tað er ein frísk og lekkur farva, sum riggar sera væl til tí armygrøna og brúna litunum, sum hava verið so nógv frammi í vetur.

Off-shoulder toppurin frá Vero Moda, mátti sjálvandi sleppa uppí part og cowboy jakkin kann setast saman við næstan øllum, ein góðan summardag.

Smáar detaljur hava alt at siga, fyri at skapa eitt fullkomið sett. Tí haldi eg at lekkru sandalirnar, við frísku farvuni frá H&M og hálsketan geva settinum eitt hint av festivalstemningi, sum ein fer at hava tørv á í summar.

Ein kann altíð styla eitt sett til ymisk høvi. Um maxi niðurdeilurin bleiv settur saman við einum einkultum svørtum toppi, so bleiv settið brádliga nógv fínari. Soleiðis kann man spæla við ymiskar samansetingar.

Hvør veit, kanska okkurt av hesum pløggunum, sleppur at búseta seg inni í mínum klædnaskápið. Eg hevði so ikki sagt nei takk!

M&K

This entry was posted in Móti.

Skriv et svar