Ynskilistin hesa vikuna

pastel polyvore

Hetta er ynskilistin hesa vikuna. Kjólin er akkurát eg, og kann setast saman við øllum hinum pløggunum, fyri at skapa ymisk look.

Eg elski pastel litir, og nú dagarnir eru blivnir eitt sindur ljósari, billi eg mær inn at summarið er í nánd.

Eg gleði meg at sleppa í summarklæðini aftur. Tað er ein deilig kensla, at kunna lata heita jakkan liggja eftir, tá man fer út. At geva bibbunum luft í løttu sandalunum. Altso tað verður lekkurt.

Um tú ynskir at síggja hvar tú kanst keypa pløggini omanfyri, kanst tú trýsta á hesa leinkjuna: http://www.polyvore.com/pastel/set?id=195534936

Gott vikiskifti! M&K

Skriv et svar