Ynskir tú eina eyka jólagávu í ár?

Heyy tit!

Eitt deiligt vikuskifti er farið um bak og nú er aftur mánadagur. Mánadagar kunnu verða tungir og stravnir at koma ígjøgnum, í hvussu er hjá mær. Men tað er altíð gott at hava okkurt at gleða seg til longu frammi í vikuni. Eg havi nakað spenanndi at fortelja tykkum í dag. Mær hevur altíð dáma væl at fingið gávur (surprice), men eisini at givið gávur. Eg haldi tað vera stuttligt at royna at finna eitthvørt ið passar júst til viðkomandi, sum skal fáa gávuna. Nógv heldur tað, enn at fáa ein lista og síðani velja okkurt sum viðkomandi vil hava.

Sum fylgjari av SukurSøtt fert tú nú at kunna vinna tær eina jólagávu ella kanska vinna eina gávu sum tú kanst geva onkrum øðrum á jólum, tí..

Sum nakað heilt serligt í desembur fer SukurSøtt at burturluta vinning/ar hvønn sunnudag í advent.

collage-12

Hetta eru fyrstu jólini hjá SukurSøtt og vit eru so spentar. Eg havi samstarvað við nakrar av lekkrastu handlunum og fyritøkunum í Føroym, fyri at fáa hetta upp at standa og eg eri yvir lukkulig um at tað hevur gingið so væl. Jólini eru tíðin har vit skulu forkelast, og tí vil eg eisini verða við til at forkela tykkum, mínum fittu fylgjarum. Tú fert at hava møguleika at vinna lekkrar gávur frá The Body Shop, Matas, Kafe Kaspar og Ragnhild Dam Jewellery. 

Fyrsta kappingin byrjar longu mikudagin og fyrsti vinnarin verður funnin sunnudagin 27. Novembur, sum er fyrsti sunnudagur í atvent.

SukurSøtt og stuðlarnir gleða seg at geva tær gávurnar.

Sum tú sært á myndini, hava vit fingið nakrar fantastiskar stuðlar! Hesar fyritøkurnar vilja allar verða við til at forkela tykkum, so stóra tøkk til tær allar.

Hvørja viku fari eg at koma nærmari inná júst hvat tú kanst vinna, so tað er bara at fylgja við, so kanska tað verður TÚ, sum fært eina eyka jólagávu í ár.

M&K

Skriv et svar