Ynskir tú tær longri vippur?

Nú havi eg sæð soo nógv á sosialu miðlunum um hvussu ein kann fáa langar eygnavippur!! (jaaaa, vit hava tað nokk so gott, tá hetta er okkara stórsti trupulleiki ha?) Deiligt!

Fyri nøkrum døgum síðani, fekk eg ein pakka inn um hurðina, við hesari fantastisku vøruni “HAIRPLUS SERUM” frá Bjørg. Eg havi lisið nógv um hetta og havi eisini sæð áðrenn/aftaná myndir í veruliga hava víst eitt tíðiligt úrslit!! 

Tær flestu tykkum kenna sikkurt facebook síðuna, NAILS BY BJØRG – Skønhedssalon, har føroyska Bjørg Lamhauge leggur myndir út av flottum neglum og øðrum vakurleikavørum. Bjørg hevur sína egnu klinikk inni í einari frisør salong í Valby, Keypmannahavn. Til tíðir er Bjørg eisini heima í Føroyum, har hon tekur sær tíð til føroysku kundarnir, sum standa klárir í bíðirað.

Alsamt fleiri eru byrjaði at brúka ymiskar vørur, ið kunnu hjálpa uppá hendan trupulleikan. Tað eru nógv ið fáa sær eyelash extensions, nøkur koyra falskar vippur á hvønn dag, nøkur finna leingjandi mascara, okkurt sum gevur eyka fyllu osf.

Jaa, vit eru eitt sindur upptiknar av, at okkara eygnavippur skulu síggja langar út, við nógvari fyllu. Mínar natúrligu vippur innibera hvørki av hesum omanfyri. Náhh, men nú havi eg funnið útav, at tað altso eisini eru hjálpimidlar til júst hetta, og tað er nemliga HAIRPLUS serumið, sum eg gleði meg so nógv at royna. Hetta er lætt at brúka. Tað minnir um at leggja ein vátan eyelinara á, men í hesum førum ger tað onki, um linjan ikki er so bein. Tú smyrt hetta á einaferð um dagin, og aftaná 8-12 vikur, sært tú endaliga úrslitið.

Sum nakað lutfalsliga nýtt, er Bjørg nú eisini farin at selja ymiskar vakurleika vørur, og sendur hon eisini heim til Føroyar. Hetta er millum annað kendar vørur, sum hesar hár vitaminurnar á myndini niðanfyri. Hesar styrkja og økja um tín hárvøkstur og eru tískil sera vælumtóktar! (hvør vil ikki hava meira fyllu í hárið, og so skaðar tað ikki, at tað eisini veksur eitt sindur skjótari).

Ynskir tú eisini at ogna tær hesa vøruna? So er bara at fara inn á facebook síðuna hjá NAILS BY BJØRG og skrivi henni eini boð.

Eg gleði meg soo nógv at vita hvussu mínar vippur fara at leingjast.

Skriv et svar